Búsetur
Útgivið
4. marts 2024
Útgongur
15. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir bilførara við stóra koyrikortinum og D-kranaloyvi at byrja skjótast til ber.

Títt arbeiði verður at koyra lastbil í sambandi við ymisk arbeiði, at hiva í sambandi við stoypi- og timburarbeiði tá tørvur er á tí, og annað fyrifallandi arbeiði. Harumframt skalt tú skipa viðlíkahaldi av bili og krana, og tryggja at hesi altíð eru í góðum og lógligum standi.

Vit rokna við, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi, har tað er neyðugt.

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Lønin verður avtalað millum partarnar.

Starvið verður sett, skjótast gjørligt.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 15. mars 2024

Umsókn kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík

Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 60 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering.Vit kunnu eisini átaka okkum entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið