Lýsing
Vit leita eftir einum álítandi og dugnaligum bilførara til Sandavágs Timburhandil, sum er ein týdningarmikil partur av byggivinnuni í Føroyum. Sandavágs Timburhandil hevur virkað síðani 1974 og veitir breiða vøruskrá av timburvørum, tólum og byggitilfari til bæði virkir og privatkundar kring landið.
Starvsstaður: Sandavágur
Starvstíð: Full tíð
Løn: Sambært avtalu
Um starvið
Sum bilførari hjá okkum verður tú ein týðandi partur av okkara dagliga virksemi. Arbeiðið umfatar fyri tað mesta kundatænastu, klárgering av bíleggingum og útkoyring av vøru til okkara kundar kring landið. Harumframt fert tú at arbeiða við goymsluarbeiði í samstarvi við okkara royndu og dugnaligu goymslufólk. Vit leggja stóran dent á gott samstarv, ábyrgd og eina jaliga arbeiðsvøru.
Um okkum
Sandavágs Timburhandil er kent fyri góða tænastu og breiða úrval av timburvørum og byggitilfari. Vit leggja dent á at veita bestu møguligu tænastu og góða ráðgeving til kundar okkara.
Krøv til tín
- Koyrikort til bil
- Ábyrgdarfull/ur og álítandi
- Góð samstarvsevni
Vit bjóða tær
- Trygt, jaligt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
- Møguleika at vera partur av einum sterkum toymi
- At tú kanst menna teg og læra nýtt innan títt øki
- Eitt spennandi arbeiðspláss, har dagarnir eru ymiskir, og ferðin kann verða nógv
- Løn sambært avtalu
Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?
Starvið verður sett skjótast tilber.
Umsókn og nærri upplýsingar
Øll áhugað eru vælkomin at søkja. Um tú hevur spurningar ella ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Arvid á teldupost: arvid@timbur.fo ella ringja á telefon 23 27 07.