Útgivið
16. juli 2021
Útgongur
30. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Bilførari

Vit søkja bilførara til nýggjan bil. Arbeiðið umfatar fyri tað mesta klárgering
av bíleggingum og útkoyring av vøru.

VIT VÆNTA

  • At tú hevur lætt sinni, ert jalig/ur, ágrýtin og kundavinarlig/ur.
  • Vit vænta, at tú hevur stóra koyrikortið, helst kranaloyvi minni enn 25 tons eisini og ert opin fyri at arbeiða yvirtíð.
  • Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Borg Runavík, Klaksvík og Tórshavn hevur eitt toymi á 65 fólk við timbur-, amboðs- og køksdeild, har allar deildirnar dagliga hava eitt tætt samstarv.

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, har dagarnir eru ymiskir, og ferðin kann verða nógv. Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?

SEND EINA UMSÓKN TIL:
Borg
att: Leona Nilssen
Fjøruvegur 5
620 Runavík
ella á t-post: leona@borg.fo

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leonu Nilssen tel. 237295 ella t-post: leona@borg.fo

Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið