Bil og Dekkverkstaðið v/John Heinesen
Útgivið
19. januar 2022
Útgongur
11. marts 2022
Staður
Oman Eið. Postboks 84. FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bil og Dekkverkstaðið v/John Heinesen søkir eftir bilmekanikara og lærlingi at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú verður partur av einum bilverkstaði, sum hevur fleiri enn 40 ára royndir innan økið.
Verkstaðið hevur mekaniskan verkstað, umframt dekk, lakk og plátuverkstað.
Arbeiðið hjá okkum fevnir um alt vanligt eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

Bilmekanikari

Vit vænta av tær, at tú ert arbeiðssamur, ábyrgdarfullur og røkin. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú ert til reiðar at átaka tær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

Vit bjóða tær eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss, har tú kanst gera tína ávirkan galdandi.

Krøv:

  • Viðkomandi prógv
  • Koyrikort til persónbil.

Lærlingur
Hevur tú áhuga og kanska hegni at skrúva upp á bilar? So er tað júst tær okkum tørvar til okkara bilverkstað.

Hja okkum ynskja vit at læra teg upp við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, soleiðis at aftaná 4 ár verður tú væl fyri fakliga og kanst við góðum treysti kalla teg vælútbúgvnan bilmekanikara!

Vit vænta sjálvandi av tær, at tú ert ágrýtin, álítandi og røkin. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú ert til reiðar at átaka tær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Heinesen, stjóra, á tlf 217861 ella bildekk@bildekk.fo

Seinasta freist at søkja er 11. februar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið