Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
21. september 2023
Útgongur
10. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir tveimum bioanalytikarum til føst størv til setan skjótast til ber.

Setanirnar kunnu eisini verða longri vikariat.

Talan er um tvey fulltíðarstørv við tilkallivakt eftir galdandi reglum.

Rannsóknarstovan umfatar kliniska biokemi, kliniska immunologi/blóðbanka og kliniska mikrobiologi.

Vit vænta, at umsøkjarar:

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
  • hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
  • eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
  • hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum
  • hava góðan telduførleika
  • hava danska autorisatión.

Vit kunnu bjóða:

  • góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá leiðandi bioanalytikara Marit Holm tlf. 34 33 00 ella marho@ssh.fo

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 8. oktobur 2023.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið