Lýsing
Søkt verður eftir tveimum bioanalytikarum til rannsóknarstovuna. Talan er um tvey farloyvisstørv á lønarbrøki 0,7 frá 01.09.2025 til 31.08.2026.
Arbeiðið umfatar dagarbeiði og tilkallivakt frá heimi.
Á rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknasmiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.
Vit bjóða:
- góða innleiðslu
- ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfelagum
- eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum
Førleikakrøv:
- prógv og góðkenning sum bioanalytikari
- góð samstarvsevnir og fleksibilitet
- fakligan áhuga
- evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: bara@ks.fo.
Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 6. juli 2025.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar