Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
7. august 2023
Útgongur
22. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Rannsóknarstovan søkir ein Bioanalytikara. Talan er um fulltíðarstarv til setan 01.10.23 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

Á Rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknamiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum bioanalytikari
  • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga
  • Góðan telduførleika
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit

Vit bjóða eitt starv við:

  • Einum gerandisdegi við fjølbroyttum og sjálvstøðugum uppgávum
  • Góðum og skipaðum arbeiðs umhvørvi við góðum samanhaldi
  • Fakliga skikkaðum og virknum starvsfelagum
  • Tvørfakligum samstarvi

Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Bioanalytikarafelagið.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: bara@ks.fo.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa meira um okkum.

Umsóknarfreistin er 22.08.2023

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið