LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
13. september 2022
Útgongur
26. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikara ella annað heilsustarvsfólk til Rannsóknarstovuna frá 01.10.2022 til og við 31.10.2023, ella eftir avtalu. Talan er um tvey avloysarastørv á starvsbrøki 1,0.

Um Bioanalytikari verður settur er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum). Um annar heilsustarvsfólk verður sett, er fullur starvsbrøkur samsvarandi avvarðandi sáttmála og er starvið uttan vaktskyldu.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum arbeiða á leið 1100 starvsfólk, harav umleið 30 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar 5 rannsóknarstovuøki, har biokemi er tað størsta við fleiri enn 1 mió. kanningum árliga.

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Eisini samstarvar deildin við aðrar rannsóknarstovur bæði innan- og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur – bioanalytikari
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitinum í biokemi og immunologi/blóðbanka, har blóðroyndartøka og EKG-upptøkur eru dagligur partur.

Arbeiðsuppgávur – annað heilsustarvsfólk
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitinum at taka blóðroyndir og gera EKG-upptøkur í ambulatorium og á deildunum, umframt at hjálpa til eftir tørvi á Rannsóknarstovuni.

Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og sosialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini.

Rannsóknarstovan umfatar

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuclearmedisin

Førleikakrøv

  • Bioanalytikaraútbúgving ella aðra heilsuútbúgving
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Megba at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið/annað viðkomandi starvsfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Birita K. Samuelsen, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 25.09.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

1. november 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
1. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið