Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
16. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir einum bioanalytikara til barsilsfarloyvisstarv í tíðarskeiðinum 1. oktober 2024 til og við 17. oktober 2025.

Talan kann eisini verða um longri vikariat í tíðarskeiðinum.

Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt eftir galdandi reglum.

Rannsóknarstovan umfatar kliniska biokemi, kliniska immunologi/blóðbanka og kliniska mikrobiologi.

Vit vænta at umsøkjarar

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • eru sjálvstøðugir, jaligir, engasjeraðir og motiveraðir
  • hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
  • eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
  • hava lætt við at organisera og strukturera og hava yvirlit í akuttum støðum
  • hava góðan telduførleika
  • hava danska autorisatión.

Vit kunnu bjóða

  • góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði
  • Skipaða innleiðslu.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Marit Holm, leiðandi bioanalytikara á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost marho@ssh.fo.

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. august 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið