Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. maj 2023
Útgongur
29. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikara til fast starv á Rannsóknarstovuni frá 1. juni 2023, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á 40 tímar um vikuna við vaktskyldu.

Sjúkrahúsið og deildin
Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 30 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar 5 rannsóknarstovuøki, har biokemi er tað størsta við fleiri enn 1,2 mió. kanningum árliga.

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Eisini samstarvar deildin við aðrar rannsóknarstovur bæði innan- og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitinum í biokemi og immunologi/blóðbanka, har blóðroyndartøka og EKG-upptøkur eru dagligur partur.

Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuclearmedisin

Krøv til umsøkjarar:

  • Bioanalytikaraútbúgving ella aðra heilsuútbúgving
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum).

Umsóknarfreistin er 29. mai 2023

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu.

Søk starvið HER.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Birita K. Samuelsen, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkinum “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur,  fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið