Lýsing
Vilt tú vera hetjan í luftini? Kom og verð partur av okkara tyrlu-bjargaratoymi!
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum bjargara til SAR-toymi á tyrludeildini, sum eisini hevur evni og áhuga at vera partur av tekniska toyminum í simulatorinum hjá Atlantic Airways Aviation Academy.
Um starvið
Høvuðsuppgávur sum bjargari fevna m.a. um:
- Luttøku í leiting, bjarging og sjúkraflutningi á sjógvi og landi
- At hava tilkallivaktir
Uppgávur sum simulator-teknikari fevna m.a. um:
- Dagligt viðlíkahald av simulator og fyribyrgjandi viðlíkahald av bygningi og tólum
- At taka í móti kundum og geva teimun relevant skeiðir áðrenn venjingin byrjar
- At vera tekniskur stuðul undir simulatorvenjingum
- At tryggja, at simulatorvenjingar ganga fyri seg uttan teknisk brek og í samsvar við reglugerðirnar hjá flogmynduleikunum
- Atlantic Airways syrgir fyri, at tú fært neyðugu skeiðini og undirvísingina, ið gongur fyri seg bæði í Føroyum og uttanlands.
Vit vænta, at tú...
- Hevur sálarligt yvirskot og megnar at arbeiða í øllum veðri - bæði á sjógvi og landi
- Heldur høvdið kalt í truplum støðum
- Ert kropsliga væl fyri
- Hevur evni at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og undir trýsti
- Ert álítandi og arbeiðir miðvíst og professionelt
- Ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta greitt bæði á føroyskum og enskum
- Ert fylt/-ur 18 ár
Tað er ein fyrimunur at hava handverkaraútbúgving ella líknandi. Eisini er tað ein fyrimunur at hava góðan telduførleika og royndir við KT-skipanum.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og stundum krevjandi starv í einari fyritøku í støðugari menning. Tú verður partur av eini framsøknari deild við dugnaligum starvsfeløgum, sum við eldhuga og dirvi greiða sítt arbeiði. Eisini fært tú útbúgving í paramedicinskari viðgerð.
Halt teg ikki aftur í at søkja, tí syrgt verður fyri, at tú fært ta neyðugu upplæringina - bæði viðvíkjandi simulatorinum og bjargingar partinum, sum fer fram bæði í Føroyum og uttanlands.
Starvsstaður o.a.
Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, har arbeitt verður eftir galdandi vaktarskipan. Vaktirnar eru alt samdøgrið, umframt vikuskiftir og halgidagar. Starvsstaðurin er á Vága Floghavn. Løn sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir avtalu.
Vilt tú vita meira?
Nærri kunning um starvið fært tú við at venda tær til Hans Erik Jakobsen, tyrluovasta, á telefon 213706 ella teldupost hanserik@atlantic.fo ella til Magnus á Stongunum, FSTD Manager, á telefon 777319 ella teldupost magnus@atlantic.fo
Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta á “SØK STARVIД. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. juli 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv). Eisini skal tann, sum fær starvið góðkennast í umfevnandi læknakanning.
Vit gleða okkum at fáa tína umsókn.
Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.