Landsverk
Útgivið
20. januar 2024
Útgongur
4. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk sóknast eftir ágrýtnum blandimeistara til asfaltframleiðsluna inni á Sundi at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Asfaltverkið er teldu- og mekanisk stýrt, og tað verður tín uppgáva at fylgja við, at framleiðslan koyrir, sum hon skal. Tú fert at eyðmerkja møguligar trupulleikar á verkinum, og tryggja at hesir vera rættaðir. Fyri at tryggja at verkið framhaldandi er í góðum standi, verður tú ein partur av vanliga viðlíkahaldinum á staðnum. Av øðrum uppgávum kann nevnast: at koyra gummigeit á staðnum, umframt nakað av kundasamskifti í sambandi við bílegging.

Á asfaltverkinum starvast vanliga fýra fólk, hetta er íroknað ein formann, ið verður tín leiðari.

Førleikakrøv
Tú hevur gott tekniskt innlit og hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum maskinist ella maskinsmiður. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssamur, fakliga dugnaligur og væl skipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásætið. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur. Tú fært gjølla upplæring í stýrisskipanum og bygnaðinum av verkinum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Roknast skal við nakað av forskotnari arbeiðstíð og kvøld- og náttararbeiði.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. februar 2024. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Esmar Elttør, formann fyri asfaltframleiðsluna, á tlf. 290 769 ella á t-post esel@lv.fo.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið