Tórshavnar kommuna
Útgivið
24. januar 2025
Útgongur
14. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum í Havn at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í Havnini.

Starvið sum bókavørður fevnir um allar vanligar bókavarðauppgávur, m.a. at luttaka í vaktarskipanini á bókasavninum, at miðla tilfar og tænastur, at skipa fyri tiltøkum og at taka sær bókarøkt/savnsrøkt, herundir at luttaka í bókavali, burturbeining v.m.

Tú verður partur av einum toymi, ið fæst við átøk og menning av nýggjum hugskotum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins, sum skal vekja áhuga fyri bókmentum, upplýsing og mentan. Eisini skalt tú hava um hendi dagføring og viðlíkahald av heimasíðu og framleiðslu av miðlatilfari.

Tískil er umráðandi er, at tú ert kreativ/ur og fleksibul og at tú hevur serligt hegni innan miðlan og kann taka sjálvstøðugar avgerðir.

Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiðið eisini um kvøldarbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið