Lýsing
62°N er ein av fremstu ferðavinnuaktørunum í Føroyum, og hevur eitt sera fjøltáttað
virksemi: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, samskipan av ráðstevnum, søla og
ráðgeving av vinnuferðum, starvsfólkaútferðir, samskipan av tiltøkum og øðrum.
Vit søkja nú eftir einum bókhaldara til eitt tíðaravmarkað barnsburðarfarloyvisstarv við
byrjan skjótast gjørligt til okkara fíggjardeild.
Um starvið:
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um:
- Dagliga bókføring og skráseting
- Kreditor- og debitorrøkt
- Gjaldingar og avstemman
- Innaneftirlit umframt aðrar fyrifallandi uppgávur innan fíggjarøkið
Vit ímynda okkum, at tú:
- Dugir at arbeiða skipað
- Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Er opin og fyrikomandi
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
- Royndir innan roknskap og bókhald er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
Tú verður ein partur av einum sterkum toymi, og kemur at arbeiða í einari spennandi vinnu,
har nógv ferð er á og uppgávurnar fjølbroyttar. Eitt gott arbeiðspláss við góðum felagsskapi,
har trivnaður og menning er í hásæti.
Arbeiðstíð og løn verða ásett eftir avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at venda sær til Leivur Samuelsen, stjóra,
á tlf. 73 35 05 ella á leivur@62n.fo.
Allar umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo, og umsóknarfreistin er 10. mars 2026.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.