HAVSTOVAN
Útgivið
28. november 2022
Útgongur
16. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Havstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókhaldara frá 1. januar 2023 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt hálvtíðar starv. (lønarbrøk 0,5)

Havstovan er ein stovnur undir Fiskimálaráðnum og Havstovan varðar av: Havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, Havlagrannsking og Fuglakanningarstøðini.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv.

Starvið fevnir um:

  • Bókhald
  • Skrivstovuhald og móttøku
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • royndir við fyrisiting
  • kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, ol.
  • góður málførleiki
  • góður telduførleiki á brúkarastigi
  • góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir,

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maritu Rasmussen, stjóra á tel. 793900 ella Erling í Liða, fíggjar-og umsitingarleiðara á tel 793901

Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. desember 2022.

Umsóknin skal sendast við telduposti til starv@hav.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið