Lýsing
Hava tøl og bókhald tín áhuga? So er tú kanska júst tann, vit leita eftir. Vit søkja eftir bókhaldara til bókhaldsdeildina hjá JMO Sp/f, mitt í hjartanum í Saltangará.
Starvsøkið:
Vit bjóða tær at verða partur av bókhaldinum hjá JMO, har eitt bókhaldsfólk starvast í løtuni. Bókhaldið er ein týðandi partur í tí dagliga virkseminum hjá fleiri av okkara feløgum í JMO samtakinum. Tú fært ein sjálvstøðugan arbeiðsdag, ið inniheldur alt vanligt bókhaldsarbeiði, so sum røkt av kreditorum og debitorum, inngjøldum, avstemming av bankakontum, umsiting av kassakreditti, lønarflytingar, samskifti við veitarar, starvsfólk og viðskiftafólk. Tú fært eina góða upplæring frá okkum á deildini, og í skipanum, ið vit nýta í dagliga virkseminum í felagnum.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so er tað møguliga júst tær, vit leita eftir.
Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving innan bókhald og/ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgving
Góðan KT-førleika, og at tú lættliga kanst seta teg inn í bókhaldsskipanina
Royndir við E-conomic bókhaldsskipanini eru ikki eitt krav, men ein stórur fyrimunur
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
- hevur góð samstarvsevni
- dugir at gera mánaðarligar frágreiðingar til leiðsluna um støðuna hjá feløgunum
- dugir at nýta ymisk KT-amboð, serliga E-conomic, Outlook, Excel o.l.
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur til eina og hvørja tíð
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- hevur gott yvirlit yvir títt arbeiði
- ert nærløgd/-ur, skipað/-ur og dugir at taka ábyrgd
- dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu
Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært avtalu millum partarnar. Starvið verður sett skjótast gjørligt og eftir avtalu millum teg og leiðsluna í JMO. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá JMO á Heiðavegi 19 í Saltangará.
Umsókn og umsóknarfreist:
Umsókn við møguligum prógvum, lívsrensli (c.v.) ella øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til michael@jmo.fo, og eiga at vera okkum í hendi seinast mikudagin 20. august 2025.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú brúk fyri at vita meira, ella hevur tú spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Michael, á telefon 503236, ella á t-post michael@jmo.fo.
Trúnaður:
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tínar dátur verða strikaðar eftir setanartilgongdina, tá vit hava funnið rætta viðkomandi til starvið.