Lýsing
Landsbókasavnið søkir eftir bókhaldara at byrja um hálvan mars 2025. Starvið er fulla tíð, 39 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini fyri niðursettari tíð.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um bókhald, kontering, debitor- og kreditor stýring, tollavgreiðslu, lønaravgreiðslu og aðrar skrivstovuuppgávur. Harumframt kemur tú at umsita Totalview.
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum at tú hevur skrivstovuútbúgving og møguliga akademiútbúgving við valgrein í búskapi og tilfeingi og at tú hevur arbeiðsroyndir innan bókhald.
Umframt góðan telduførleika er tað ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við Búskaparskipan Landsins ella aðrari búskaparskipan.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt við stórari ábyrgdarkenslu, og hevur ein eyðsýndan røkjuskap í øllum tú gert. Harafturat dugir tú at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Eisini hevur tú toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá ið starvsfelagarnir hava tørv á tí
Vit kunnu bjóða tær
Eitt spennandi og fjølbroytt starv, við møguleika til at menna teg fakliga. Harumframt bjóða vit tær góðar arbeiðsumstøður við góðum starvsfelagum.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært avtalu millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur hetta tín áhuga
Kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum og prógvum og yrkisleið (cv) til:
Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella til annikas@lbs.fo
Freistin at søkja starvið er mikudag 22. januar.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð tlf. 340525.
Um Landsbókasavnið
Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Landsbókasavnið hevur eftirlit við fólkabókasøvnunum og veitir ráð og leiðbeining. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu.
Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið bókasavnstænastur til bókasøvnini í landinum. Bókastovan á Landsbókasavninum veitir bókasøvnum tænastur, tá ið tað snýr seg um keyp av bókum og øðrum tilfari og klárgerð av bókasavnstilfari.