Reyði Krossur Føroya
Útgivið
18. september 2023
Útgongur
2. oktober 2023
Staður
Stiðjagøta 6 FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólkum, ið hava førleikar og áhuga at arbeiða við flóttum, til starv í móttøkuhúsinum hjá Reyða Krossi at byrja beinanvegin.

Á Móttøkuhúsinum búgva flóttafólk, sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum.

VIT VÆNTA, AT 
- Brennur fyri at gera ein mun fyri onnur
- Hevur førleikar og áhuga fyri at arbeiða við flóttafólki
- Ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir
- Tolir at arbeiða við fólki, sum kunnu vera rakt av persónligum kreppum
- Hevur viðkomandi royndir og útbúgving at arbeiða við fólki
- eitt nú sum námsfrøðingur, sosialráðgevi, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeutur o.s.fr. (tó leita vit eftir røttu persónunum og tí er hetta ikki eitt krav)
- Er tøk/ur at byrja innan stutta tíð at arbeiða í skiftandi arbeiðstíðum eftir tørvi.
- Ert før/ur fyri at samskifta á føroyskum og enskum, og ert opin fyri at samskifta við fólk, ið hvørki duga føroyskt ella enskt.
- Hevur reina revsiváttan.

ARBEIÐSUPPGÁVUR
- Móttøka og bjóða flóttafólkum vælkomnum.
- Tryggja ein góðan og støðugan gerandisdag.
- Vera til staðar, vegleiða og stuðla.
- Vera ein aktivur partur av gerandisdegnum, og koma við uppskotum um broytingar, tá tørvur er á tí.
- Fyrifallandi uppgávur.
- Samskipan av dagligdegnum og samskifti við aðrar partar

Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt nýtt og spennandi arbeiði, har tú veruliga kann gera mun fyri onnur
- Førleikamennandi skeið frá Reyða Krossi
- Spennandi arbeiðsumstøður, sum til tíðir kunnu vera skiftandi og mugu tillagast innan stutt skotsbráð
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Persónliga menning.

SETANARTREYTIR
Tørvur er á einum ella fleiri starvsfólkum at byrja beinanvegin. Talan er um tíðaravmarkað starv í skiftandi arbeiðstíðum. Starvið verður lønt sambært avtalu, og er tíðaravmarkað til tey tíðarskeið, ið flóttamóttøkuhúsið er opið. Vit vænta, at starvsfólk eru smidlig í mun til tey tíðarskeið, ið arbeitt verður.

Starvsstaðurin er í Tórshavn.

Um hetta hevur tín áhuga, mæla vit til at senda okkum umsókn og viðkomandi skjøl beinanvegin. Tó ber eisini til at senda umsókn so leypandi. Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl á starv@redcross.fo

UM REYÐA KROSS
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á sjey aðalreglarnar: At vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið