P/F SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Útgivið
8. december 2023
Útgongur
21. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Verkfrøðingur ella byggifrøðingur til brunaverkætlanir til SMJ

Hevur tú hug at arbeiða við brunaverkætlanum saman við teimum mest royndu brunaverkfrøðingunum í Føroyum? So er tað tær vit leita eftir. Vit sóknast eftir byggifrøðingi ella verkfrøðingi, sum kann vera við í at loysa brunatekniskar uppgávur saman við okkara brunaserfrøðingum.

Vit eru áhugaði at hoyra frá royndum, sum óroyndum við viðkomandi útbúgving. Starvstaðurin er á einum av okkara skrivstovum, Tórshavn, Klaksvík ella Keypmannahavn.

UM TEG

  • Viðkomandi útbúgving, byggifrøðingur ella verkfrøðingur
  • Góðar samskiftisførleikar í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Góðar KT - førleikar
  • Viðkomandi royndir er ein fyrimunur, men ikki ein treyt

LEIKLUTUR OG MØGULEIKAR
Sum starvsfólk hjá SMJ gerst tú partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi við ymiskum serkunnleikum og títt íkast fer at styrkja brunatoymi. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum í Føroyum, Danmark og okkara grannalondum. Tú kemur at arbeiða við brunaráðgeving og vera við til at tryggja at uppgávurnar vera loystar hegnisliga, við brunatrygd og -krøvum í miðdeplinum.

Vit leggja stóran dent á kundin, uppgávan og samstarvið eru í fokus.

SETANARTREYTIR
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Um hetta hevur vakt tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við stjóra Pætur Jakobsen á telefon 233500 ella teldupost paj@smj.fo. Og so ert tú eisini vælkomin at senda umsókn, CV og prógv til starv@smj.fo. Í umsóknini verður tú vinarliga biðin um at greiða frá tínum persónligu eginleikum og motivatión fyri starvinum.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær koma inn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið