MEST
Útgivið
17. juli 2023
Útgongur
13. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

MEST søkir Business Controllara
MEST strembar eftir at verða fremsta fyritøka í Norðanlondum innan veitan av tænastum og loysnum til skip og framleiðsluvinnuna, og sum ein liður í at røkka hesum máli, søkir MEST eftir einum Business Controllara at byrja skjótast tilber.

ARBEIÐSØKI
Umframt fíggjargreiningar og útrokningar í samband við tilboðsgeving leita vit eftir tí rætta persóninum at verða við til at uppbyggja eina databasu av eindarprísum, grundað á millum annað søgulig hagtøl. Eisini er fíggjarstýring av verkætlanum partur av arbeiðinum og at gera ymiskar frágreiðingar.

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv, við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum, í einum mennandi umhvørvi, við møguleika fyri víðari eftirútbúgving/menning.

Tú verður ein partur av fíggjartoyminum, og somuleiðis kemur tú at arbeiða tætt saman við verkætlanarleiðsluni, har tú saman við toyminum eisini er við til at tryggja at verkætlanar mannagongdir verða fylgdar.

TÍN VANGAMYND
Tú hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur góð analytisk evni og innan KT økið, er tað umráðandi, at tú ert kring/ur. Tú kemur í tí dagliga at nýta hesi KT amboðini Office pakkan, Business Central, Power BI og Jet Reports við meira.

Sum persónur hevur tú evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag, trívist við at hava nógvar bóltar í luftini í senn og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert nærlagdur/nærløgd og er vanur/von at halda tíðfreistir.

LØN OG SETANARTREYTIR
Løn- og setanartreytir sambært avtalu. Arbeiðsstaður er á MEST í Havn, Skála ella Runavík. Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt.

MEIRA AT VITA
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bartal Kass, Fíggjarstjóra, tlf. 79 11 31 ella Business Controllara Eli Gærdum, tlf. 79 12 51.

UMSÓKN
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 13. august 2023. Trýst her fyri at søkja starvið.

MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið