Landsbanki Føroua
Útgivið
26. juli 2021
Útgongur
9. august 2021
Staður
Kvíggjartún 1, Postrúm 229, 165 Argir, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsbanki Føroya sóknast eftir einum fakliga sterkum búskaparfrøðingi til skrivaratoymi Búskaparráðsins. Tín uppgáva verður at gera konjunkturfrágreiðingar, temafrágreiðingar og at hjálpa limunum við fakligari ráðgeving.

Sum skrivari hjá Búskaparráðnum fert tú bæði at arbeiða við búskaparligari ástøði, hagfrøði og ítøkiligum praktiskum málum samstundis. Greiningarnar hjá skrivaratoyminum eru tað fakliga grundarlagið hjá Búskaparráðnum, tá ráðið veitir politisku skipanini tilmæli og óhefta ráðgeving. Greiningarnar skulu tí vera væl orðaðar, væl skjalprógvaðar og grundaðar á búskaparfrøðiligt ástøði.

Vit kunnu bjóða tær at blíva partur av einum fakligum umhvørvi á høgum støði millum aðrar búskaparfrøðingar, sum tú kanst ráðføra teg við dagliga. Tú verður ein týðandi partur av einum arbeiði, sum myndar búskaparliga kjakið í samfelagnum og vónandi eisini búskaparpolitikkin frameftir.

Av førleikakrøvum skalt tú hava lokið kandidatsprógv ella Ph.D. í búskaparfrøði (polit, oecon ella aðra viðkomandi útbúgving). Tú skalt vera fakliga forvitin og brenna fyri at gera greiningar av ymsum samfelagsbúskaparligum viðurskiftum. Tú skalt hava gott innlit í føroyska búskapin og duga væl at orða teg á skrift og í talu umframt kunna greiða frá torgreiddum búskaparligum evnum á einum máli, ið er lætt at skilja.

Vit vænta, at tú dugir bæði at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt. Hetta er eitt starv við drúgvum verkætlanum, sum krevur, at tú hugsavnar teg, samstundis sum tú megnar at koma á mál til tíðina.

Lønin verður ásett eftir sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast til ber.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. august 2021. Umsókn við lívsrensli, prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til malan@landsbankin.fo.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Maluna Johansen, stjóra í Landsbanka Føroya, á 226225 ella á malan@landsbankin.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nevndin fyri Landsbanka Føroya er eisini Búskaparráð Føroya. Búskaparráðið fylgir við búskaparligum viðurskiftum í landinum og kemur við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Landsbankin er skrivstova hjá Búskaparráðnum. Átta fólk starvast í Landsbankanum. Skrivarauppgávan fyri Búskaparráðið er flutt frá Fróðskaparsetri Føroya til Landsbankan í mai í ár.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið