HZ Bussar P/f
Útgivið
17. september 2024
Útgongur
8. oktober 2024
Staður
Slættanesgøta 9, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
gbussar@gbussar.fo

Lýsing

Vit søkja eftir bussførara at vera við til at røkja bussleiðina í Tórshavn, har vit tryggja borgarum eina góða tænastu, og støðugan flutning.

Bussleiðin í Havn telur 18 bussar í góðum standi, sum koyra í føstum rutum. Vit koyra í 45min við 15min steðgi ímillum. Bussførarar koyra eftir føstum vaktum, skiftivís á ymisku rutunum, og vaktirnar eru deildar upp eftir morgum- og kvøldvakt.

Starvsfólkatrivnaður eru umráðandi í fyritøkuni, eins og vælskipaði viðurskifti. Vit bjóða góðar umstøður við kaffistovum á steðgiplássunum, har vit halda til ímillum byrjan og enda av arbeiðsvaktum, og tá steðgur er.

Vit ynsikja at tú

  • Ert røkin
  • Arbeiðir sjálvstøðugt
  • Veitir góða kundatænastu

Krøv til starvið

  • Koyrikort til buss
  • Fyrstuhjálapr skeið

Um neyðugt er at dagføra fyrstuhjálparskeiði verður tað goldið av arbeiðsgevaranum..

Vit bjóða

  • Arbeiðsbúna og góðar umstøður
  • Fastar arbeiðstíðir
  • Væl skipaði viðurskifti
  • Bussar í góðum standi
  • Ynskir tú at koma í fast starv men hevur lastbilkoyrikort, kunnu vit gjalda fyri busskoyrikortið.

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag. Lønin er í dag 215kr pr. tíma umframt feriuløn og eftirløn og onnur gjøld.

Meira at vita
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til John Fonsdal á tlf. 575756, ella Heðin Zachariassen á tlf. 212182.

Umsókn
Umsókn við viðkomandi skjølum og lívsrensli kunnu tit senda til gbussar@gbussar.fo

Umsóknarfreist er 13. oktober.

Líknandi størv

19. september 2024
19. september 2024
19. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið