Lýsing
Vit søkja eftir bussførara at vera við til at røkja bussleiðina í Tórshavn, har vit tryggja borgarum eina góða tænastu, og støðugan flutning.
Bussleiðin í Havn telur 18 bussar í góðum standi, sum koyra í føstum rutum. Vit koyra í 45min við 15min steðgi ímillum. Bussførarar koyra eftir føstum vaktum, skiftivís á ymisku rutunum, og vaktirnar eru deildar upp eftir morgum- og kvøldvakt.
Starvsfólkatrivnaður eru umráðandi í fyritøkuni, eins og vælskipaði viðurskifti. Vit bjóða góðar umstøður við kaffistovum á steðgiplássunum, har vit halda til ímillum byrjan og enda av arbeiðsvaktum, og tá steðgur er.
Vit ynsikja at tú
- Ert røkin
- Arbeiðir sjálvstøðugt
- Veitir góða kundatænastu
Krøv til starvið
- Koyrikort til buss
- Fyrstuhjálapr skeið
Um neyðugt er at dagføra fyrstuhjálparskeiði verður tað goldið av arbeiðsgevaranum..
Vit bjóða
- Arbeiðsbúna og góðar umstøður
- Fastar arbeiðstíðir
- Væl skipaði viðurskifti
- Bussar í góðum standi
- Ynskir tú at koma í fast starv men hevur lastbilkoyrikort, kunnu vit gjalda fyri busskoyrikortið.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag. Lønin er í dag 215kr pr. tíma umframt feriuløn og eftirløn og onnur gjøld.
Meira at vita
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til John Fonsdal á tlf. 575756, ella Heðin Zachariassen á tlf. 212182.
Umsókn
Umsókn við viðkomandi skjølum og lívsrensli kunnu tit senda til gbussar@gbussar.fo
Umsóknarfreist er 13. oktober.