Bústaðir
Útgivið
27. maj 2024
Útgongur
16. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bústaðir eru Føroya størsta bústaðarfelag, og hava 458 leigumál í rakstri og knappar 200 bústaðir í gerð. Málið hjá Bústøðum er at reka og viðlíkahalda leigumálini væl og skynsamt, til gagns fyri leigarar og føroyska samfelagið. Harumframt er ætlanin framhaldandi at økja talið av leigu- og lutaíbúðum í Føroyum komandi árini.

Vit leita eftir einum stjóra, sum brennir fyri at menna føroyska bústaðarmarknaðin og gera hann fjølbroyttari. Uppgávan hjá stjóranum er samstundis, at hetta verður gjørt á eini fíggjarliga tryggari kós. Fyri at røkka hesum málum, er neyðugt við skynsamari og effektivari bygging, rakstri og viðlíkahaldi av ognunum hjá Bústøðum. Vit ynskja, at stjórin harumframt skal standa á odda fyri at Bústaðir skulu vera í fremstu røð at nýta nýggjastu tøkniligu møguleikarnar innan talgilding.

Førleikar
Bústaðir samstarva við land og kommunur, við arbeiðstakarar, íleggjarar og lánveitarar, so tíni samstarvsevni mugu verða góð, eins og tú hevur góðar eginleikar at finna loysnir. Starvið setur stór krøv til tínar menniskjuligu og fakligu førleikar. Tað er sjálvstøðugt og fjøltáttað við góðum menningarmøguleikum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan bygging og rakstur av fyritøku, tó at tað ikki er eitt krav. Vit ynskja eisini, at tú hevur góð evni at standa fyri váðastýring.

Sum stjóri hevur tú yvirskipaðu leiðsluna av Bústøðum í samstarvi við leiðarar og starvsfólk. Tú hevur evstu fíggjarligu ábyrgdina og tú skalt lata stýrið í til at taka røttu avgerðirnar. Tú gongur á odda í arbeiðinum at raðfesta og fremja tær yvirskipaðu og strategisku ætlanirnar, sum verða lagdar saman við stýrinum, og tú hevur sum leiðsluuppgávu at seta mál, samskipa og leggja til rættis bæði stutt- og langtíðarætlanir fyri felagið.

Tú dugir at savna starvsfólk og leiðarar til eina felags kós, og saman við leiðarunum kemur tú at virka fyri einum góðum samstarvi bæði innan- og uttanhýsis.

Tú hevur fleiri ára royndir við leiðslu og rakstri á strategiskum støði. Vit vænta, at tú hevur eina hóskandi hægri útbúgving ella samsvarandi verksligar royndir. Vit vænta, at tú hevur royndir við at framleiða tilfar til nevnd ella stýri at taka støðu út frá.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn
Saman við lívsrensli, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal umsókn sendast til input@input.fo í seinasta lagi 16. juni 2024, viðmerkt "Stjóri til Bústaðir". Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Teit Samuelsen, stýrisformann, á telefon 231000. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Les meira um Bústaðir á www.bustadir.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið