Tórshavnar kommuna
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
31. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna søkir eftir nýggjum Býargartnara til at standa á odda fyri øllum viðlíkahaldi og rakstri av okkara grønu økjum í kommununi.

Dámar tær at arbeiða við grønum rakstri, skipa arbeiðið hjá arbeiðsfólkunum á lendisliðnum og samstarva við gartnaravinnuna, er starvið sum Býargartnari í Tórshavnar kommunu møguliga títt nýggja arbeiðspláss.

Talan er um eitt spennandi starv, sum krevur góð leiðsluevni og eina sterka fakliga barlast.

Tú kemur at standa fyri dagligu leiðsluni av teimum grønu økjunum, í samstarvi við býarskipanardeildina, teknisku deild, rakstrarstovnin og sum Býargartnari kemur tú eisini at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tí grønu røktini av kirkjugørðunum í kommununi.

Í sambandi við at kommunan ynskir at skipa grøna økið av nýggjum, fær tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Tí mást tú tola broytingar í starvinum.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Høvuðsuppgávan hjá Býargartnarinum er at skipa og menna grøna raksturin, soleiðis at kommunan kann veita eina góða og munadygga tænastu. Tú skalt duga at síggja møguleikar og áhaldandi góðskutryggja arbeiðsgongdir og tænastur, sum Býargartnarin umsitur.

Tú skal tryggja og skapa eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast.

Býargartnarin kemur at hava tætt samstarv við Rakstrarstovnin á Oyggjarvegnum og aðrar deildir, stovnar, umframt vinnulívið.

Virksemi og raðfestingar skulu verða grundaðar á støðulýsingar, og í øllum málum skulu atlit takast til umhvørvið.

Økini, sum Býargartnarin kemur at umsita eru:

  • Øll tey grønu økini, ið Tórshavnar Kommuna eigur og varðar av
  • Kirkjugarðar hjá kommununi, sum eru 13 í tali.

ARBEIÐIРFEVNIR UM M.A.

  • Vanlig gartnararøkt og planlegging av hesu
  • Planting og fríðkan
  • Rudding og umvæling av annleggum í grønu økjunum
  • Reinhald av grønu økjunum og kirkjugørðum
  • Eftirlit og viðlíkahald av spæliplássum
  • Standa fyri útbjóðing og hava eftirlit við at arbeiðið verður gjørt nøktandi
  • Innkeyp av plantum o.ø.
  • Fíggjarliga ábyrgd

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú:

  • hevur góð leiðsluevni og megnar at veita eina góða tænastu
  • ert jalig/-ur og dugir at síggja møguleikar og loysnir
  • dugir væl at samskifta og skapa álit
  • kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, dugir at raðfesta og at arbeiða undir trýsti
  • ert gartnari ella hevur royndir innan øki, hevur plantu kunnleika og grøna tilgongd til arbeiðið.
  • hevur eyga fyri týdninginum av, at fríðka um grønu og rekreativu økini.
  • hevur koyrikort.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Arbeiðið verður í høvuðsheitum á grønu økjunum. Arbeiðstíðin er frá klokkan 8.00 til 16.00 vanligar gerandisdagar, tó skal roknast við úrtíðararbeiði, tá okkurt serligt er.

Ynskiligt er, at tú kanst fara til verka í starvinum sum skjótast.

UMSÓKN
Umsókn saman við møguligum upplýsingum um viðkomandi royndir og møgulig viðmæli verða at senda til torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Býargartnari“.

Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 31. juli 2024.

VILT TÚ VITA MEIRA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Tekniska stjóran Bogi Jacobsen +298 503030, bogij@torshavn.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið