Tórshavnar kommuna
Útgivið
4. marts 2025
Útgongur
24. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska fyrisiting í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum fram- og víðskygdum býarverkfrøðingi.

Býarverkfrøðingurin er deildarleiðari fyri Teknisku deild, sum umsitur alla myndugleikaviðgerð í samband við kommunala infrakervið og ferðslu í kommununi. Deildin hevur somuleiðis ábyrgd av planlegging, gerð av strategiskum ætlanum og støðulýsingum av somu økjum. Eisini umsitur býarverkfrøðingurin allar íløgur og verkætlanir innan infrakervið og ferðslu, sum seinastu 10 árini tilsamans hava verið 575 mió kr., umframt at verkætlanir í samband við kommunalar útstykkingar eisini koma undir ábyrgd býarverkfrøðingsins.

Býarverkfrøðingurin er leiðari fyri rakstarstovnarnar fyri vegir, spillvatn, reinhald, kavarudding og gøtuljós, vatnveiting, og verkstaðið hjá kommununi. Hesir stovnar hava egnar rakstrarleiðarar, sum vísa til býarverkfrøðingin. Tað starvast umleið 80 ársverk á rakstrarstovnunum. Býarverkfrøðingurin varðar av eini rakstarjáttan á uml. 110 mió kr.

Býarverkfrøðingurin er partur av leiðslutoyminum í teknisku fyrisiting, sum umframt Teknisku deild eisini umfatar Býarskipanar-, Byggimáls-, Bygnings- og Umhvørvisdeildina. Samstarvið millum hesar deildir er týðandi partur av arbeiðinum sum býarverkfrøðingur, umframt at nógv samstarv eisini er við innan- og uttanhýsis samstarvspartnarar.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið