Útgivið
13. september 2021
Útgongur
19. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir timburmonnum/hondverkarum

Í sambandi við vaksandi byggivirksemi í felagnum, verður søkt eftir timburmonnum.

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríða Reinert Djurhuus á tlf. 58 50 63.

Umsóknir til størvini skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 19. sept. 2021. og kann umsókn sendast á teldupost: starv@jkp.fo, ella við at gera avtalu við Fríða Reinert Djurhuus.

Um J&K Petersen:
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið