Útgivið
30. december 2021
Útgongur
20. januar 2022
Vitjandi
22

Lýsing

Skriva út

Byggifrøðingur til Verkfrøðideildina

Vit sóknast eftir royndum og ágrýtnum byggifrøðingi til fjøltáttað starv á Verkfrøðideildini.

Starvið
Tú verður partur av Verkfrøðideildini, ið hevur nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur innan bygging og viðlíkahald av bygningum og anleggum, so talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Á deildini starvast 9 fólk.

SEV hevur virksemi og bygningar um allar Føroyar, og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at hesir bygningar eru væl røktir. Títt arbeiðisøki verður bæði at skipa viðlíkahaldið av okkara verandi bygningum enn betur, og at arbeiða við nýggjum byggiverkætlanum.

Á Verkfrøðideildini arbeiða vit við ymiskum verkætlanum innan vatnorku, tey oljuriknu framleiðsluverkini,  vindorku, sólorku og sjóvarfalsorku. Innan býtisvirkir verður m.a. arbeitt við koblingarstøðum, battarískipanum, synkronkompensatorum og pumpuskipanum. Deildin virkar í tøttum samstarvi við elverkini eins væl og Rakstrardeildina, sum varðar av elnetinum og býtisvirkjunum.


Vit vænta at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur/byggiverkfrøðingur. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og við ráðgevarar og veitarar.

Vit vænta eisini, at tú ert væl skipað/ur í tínum arbeiði, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Neyðugt er at tú hevur koyrikort til persónbil.

Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðir. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni hjá SEV á Landavegnum í Havn.

SEV
SEV bjóðar tær:

 

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

SEV er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

Løn
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Høgna Hansen, leiðara á Verkfrøðideildini, á telefon 210356. Umsóknarfreistin er 20. januar 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo

 SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 160 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið