Útgivið
14. maj 2021
Útgongur
4. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Byggifrøðingur / verkfrøðingur til sýnsøkið hjá Betri Trygging

Dámar tær fakligar avbjóðingar, umframt nógvar skiftandi og stundum krevjandi arbeiðsuppgávur, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Um starvið:
Tú fert at starvast innan sýnsøkið og vera okkara umboð úti hjá kundanum, tá ein skaði er hendur. Tað hevur stóran týdning, at tú kanst seta teg inn í tørvin hjá kundanum og veita góða kundatænastu. Tú fert at samskifta nógv bæði munnliga og skrivliga. Starvið fevnir eitt nú um at:

  • Gera sýn og skaðametingar
  • Finna loysnir til kundan í tøttum samstarvi við veitarar
  • Arbeiða sjálvstøðugt og fylgja upp, har avtalur eru gjørdar
  • Gera virðismetingar og støðulýsingar av bygningum
  • Váðameta arbeiðstøkur

Arbeiðið krevur góðan virkishug og evni at taka avgerðir, tí tú skalt fylgja arbeiðsgongdum og avtalum, soleiðis at hesar verða framdar í verki til ásetta tíð.

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið:
Hevur útbúgving sum byggi og - ella verkfrøðingur ella líknandi og hevur arbeiðsroyndir innan økið.

  • Hevur royndir frá byggivinnuni – eisini at gera kostnaðarmetingar
  • Hevur royndir við excel, Revit og øðrum viðkomandi telduforritum
  • Dugir væl at samstarva og samskifta á skrift og talu
  • Er álítandi, tænastusinnað/ur og semjusøkjandi
  • Trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera

Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú tekur útbúgving á Tryggingarakademinum í Danmark. Útbúgvingin er skipað í modulum við próvtøkum. Betri Trygging rindar fyri útbúgving og ferðir v.m.

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einari spennandi fyritøku í støðugari menning
  • Greiðar málsetningar, virkisfúsar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður
  • Kappingarføra løn við góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri førleikamenning.

Starvsøkið fevnir um alt landið, men skrivstovan er í høvuðsbygninginum á Kongabúnni í Havn. Starvið verður sett sambært sáttmála millum FAG og YTF.

Stutt um skaðaøkið:
Á sýns- og skaðaøkinum arbeiða 23 dugnalig starvsfólk. Virkisøkið er sýn, meting og at skaðaviðgera bygningar, bilar, arbeiðstøkur og maskinur. Árliga avgreiðir felagið umleið 13.000 skaðar.

Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@betri.fo í seinasta lagi fríggjadagin 4. juni . kl. 12:00.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Sonna Mikkelsen, leiðara á sýnsøkinum á 34 86 94 / sm@betri.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 34 85 75 / rju@betri.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið