Landsverk
Útgivið
27. februar 2023
Útgongur
12. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir fólki við tekniskum førleikum til viðlíkahaldstoymið á Verkætlanardeildini. Arbeiðsøkið hjá toyminum er í høvuðsheitum, at skipa og stýra viðlíkahaldi og nútímangerð av landsins bygningum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv við fjølbroyttum uppgávum, har tú hevur høvuðsábyrgdina av ávísum bygningum, men eisini ert partur av einum toymi, har tit samstarva og læra av hvør øðrum. Skift verður ímillum arbeiði á skrivstovuni og í bygningum kring landið.

 Vit vænta, at tú

  • Ert útbúgvin innan byggifrøði, handverk ella líknandi
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur lætt at samstarva við ymsar fakbólkar
  • Er virkisfús/ur og dugir at leggja til rættis

 Vit bjóða

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum
  • Eitt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, umframt síðumans upplæring
  • Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum
  • Frælsi at leggja egið arbeiði til rættis

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og avvarðandi fakfelag. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. mars 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Boga S. Vinther, toymisleiðara á bygningsviðlíkahaldinum á tlf. 290 872 ella á teldupost bovi@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið