Lýsing
Dámar tær skiftandi og stundum krevjandi arbeiðsuppgávur og fakligar avbjóðingar, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Um starvið:
Tú fert at starvast innan sýnsøkið og vera okkara umboð úti hjá kundanum, tá ein skaði er hendur. Tað hevur stóran týdning, at tú kanst seta teg inn í støðuna og tørvin hjá teimum, sum uppliva ein skaða, og veita teimum góða tænastu.
Tú fert at samskifta nógv bæði munnliga og skrivliga. Starvið fevnir eitt nú um at:
- Gera sýn og skaðametingar
- Finna loysnir til kundan í tøttum samstarvi við veitarar
- Arbeiða sjálvstøðugt og fylgja upp, har avtalur eru gjørdar
- Gera virðismetingar og støðulýsingar av bygningum
- Váðameta arbeiðstøkur
Arbeiðið krevur góðan virkishug og evni at taka avgerðir, tí tú skalt fylgja arbeiðsgongdum og avtalum, soleiðis at arbeiðið verður framt til tíðina.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið:
Hevur útbúgving sum byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi og hevur arbeiðsroyndir innan økið.
- Hevur royndir frá byggivinnuni – eisini at gera kostnaðarmetingar
- Hevur royndir við excel, Revit, Sigma Enterprise og øðrum viðkomandi telduforritum
- Dugir væl at samstarva og samskifta á skrift og talu
- Er álítandi, tænastusinnað/ur og semjusøkjandi
- Trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera
Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú tekur útbúgving á Tryggingarakademinum í Danmark. Ígjøgnum útbúgvingina skalt tú tískil niður nakrar ferðir, nakrar dagar í senn. Betri Trygging rindar fyri útbúgving og ferðir v.m.
Vit bjóða:
- Eitt gott og avbjóðandi starvspláss við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
- Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
- Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið ástaðnum.
Starvsøkið fevnir um alt landið, men skrivstovan er í høvuðsbygninginum á Kongabúnni í Havn.
Stutt um skaðaøkið:
Á sýns- og skaðaøkinum arbeiða 22 dugnalig fólk. Virkisøkið er sýn, meting og at skaðaviðgera bygningar, bilar, arbeiðstøkur og maskinur. Árliga avgreiðir felagið umleið 13.000 skaðar.
Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi týsdagin 2. apríl kl. 12.00.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Gunnar Grækarisson, leiðara á sýnsøkinum á 34 8657 ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 34 85 75.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.
Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:
Heimasíða: www.betri.fo/trygging vel “Um okkum”
Facebook: Betri Trygging
Instagram: @betritrygging)