Betri Trygging
Útgivið
5. marts 2024
Útgongur
3. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær skiftandi og stundum krevjandi arbeiðsuppgávur og fakligar avbjóðingar, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Um starvið:
Tú fert at starvast innan sýnsøkið og vera okkara umboð úti hjá kundanum, tá ein skaði er hendur. Tað hevur stóran týdning, at tú kanst seta teg inn í støðuna og tørvin hjá teimum, sum uppliva ein skaða, og veita teimum góða tænastu.

Tú fert at samskifta nógv bæði munnliga og skrivliga. Starvið fevnir eitt nú um at:

  • Gera sýn og skaðametingar
  • Finna loysnir til kundan í tøttum samstarvi við veitarar
  • Arbeiða sjálvstøðugt og fylgja upp, har avtalur eru gjørdar
  • Gera virðismetingar og støðulýsingar av bygningum
  • Váðameta arbeiðstøkur

Arbeiðið krevur góðan virkishug og evni at taka avgerðir, tí tú skalt fylgja arbeiðsgongdum og avtalum, soleiðis at arbeiðið verður framt til tíðina.

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið:
Hevur útbúgving sum byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi og hevur arbeiðsroyndir innan økið.

  • Hevur royndir frá byggivinnuni – eisini at gera kostnaðarmetingar
  • Hevur royndir við excel, Revit, Sigma Enterprise og øðrum viðkomandi telduforritum
  • Dugir væl at samstarva og samskifta á skrift og talu
  • Er álítandi, tænastusinnað/ur og semjusøkjandi
  • Trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera

Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú tekur útbúgving á Tryggingarakademinum í Danmark. Ígjøgnum útbúgvingina skalt tú tískil niður nakrar ferðir, nakrar dagar í senn. Betri Trygging rindar fyri útbúgving og ferðir v.m.

Vit bjóða:

  • Eitt gott og avbjóðandi starvspláss við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
  • Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
  • Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið ástaðnum.

Starvsøkið fevnir um alt landið, men skrivstovan er í høvuðsbygninginum á Kongabúnni í Havn.

Stutt um skaðaøkið:
Á sýns- og skaðaøkinum arbeiða 22 dugnalig fólk. Virkisøkið er sýn, meting og at skaðaviðgera bygningar, bilar, arbeiðstøkur og maskinur. Árliga avgreiðir felagið umleið 13.000 skaðar.

Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi týsdagin 2. apríl kl. 12.00.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Gunnar Grækarisson, leiðara á sýnsøkinum á 34 8657 ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 34 85 75.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.

Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:

Heimasíða: www.betri.fo/trygging vel “Um okkum”

Facebook: Betri Trygging

Instagram: @betritrygging)

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið