Útgivið
8. marts 2022
Útgongur
21. marts 2022
Vitjandi
15

Lýsing

Skriva út

Byggileiðari til Fámjinstunnilin

Vilt tú vera við til at tryggja góðsku, trygd, tíð og kostnað í Fámjinstunnlinum, so er avbjóðingin her.

Verkætlanin
Nýggi tunnilin verður umleið 1.200 metrar langur. Haraftrat skulu gerast umleið 1000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin.

Arbeiðsuppgávur
Vísandi til verkætlanarleiðaran skal byggileiðarin samskipa arbeiðstøkur, trygd og góðskustýring í verkætlanini.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum t.d. verkfrøðingur ella byggifrøðingur og hevur royndir innan anlegsverkætlanir.

Sum persónur dámar tær at ganga undan. Tú heldur orð, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi.

Tú megnar at halda høvdið kalt sjálvt um tað brýtur um bæði borð. Tú ert semjusøkjandi, men torir eisini at taka ábyrgd av egnum avgerðum.

Setanarviðurskifti  
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, sum er áramálssett í 3 ár, ella til verkætlanin er liðug. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsstaðurin er í Suðuroy.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. mars 2022.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd L. Lamhauge,  stjóra á tlf. 290 801 ella sila@lv.fo.

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið