Kanjon
Útgivið
13. februar 2023
Útgongur
27. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir nøkrum byggifrøðingum/verkfrøðingum.

Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum, har tín uppgáva verður at samskipa arbeiðstøkur, handverk, dygd, trygd og tíð. Planleggjan av veitanum og aðrar uppgávur í hesum sambandi.

Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða

  • Eina fyritøku í menning
  • Spennandi verkætlanir
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Fjøltáttaðan arbeiðsdag.

Talan er um starv har tú kemur at vera partur av einum toymi, har tú saman við dugnaligum starvsfelagum, kemur at taka tær av dagligu byggileiðsluni. Vit hava fleiri spennandi uppgávur fyri framman bæði í norðurøkinum, økinum kring Runavík og í høvuðsstaðnum.

Førleikakrøv
Vit væntað, at tann, ið verður settur, dugir at nýta

  • Revit og/ella AutoCad
  • Ms Projekt
  • Excel
  • Word
  • Outlook

Eisini er tað eitt ynski, at viðkomandi dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum máli, bæði í skrift og talu.

Starvið verður lønt eftir avtalu.

Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kjartan Hansen á tlf 554040 ella Tom Silvurdal, verkætlanar og framleiðsluleiðara, á tlf. 554002.

Umsókn, við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til kanjon@kanjon.fo ella umvegis heimasíðuna www.kanjon.fo. Seinasta freist at søkja starvið er mánadagin 27. februar 2023.

Starvssamrøður verða hildnar loypandi, og verður starvið sett skjótast møguligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið