MTV-Byggjuvirkið
Útgivið
9. april 2025
Útgongur
27. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

MTV Byggivirkið søkir eftir byggileiðara at taka sær av ymiskum byggiverkætlanum, sum umfata m.a. íbúðarbygging, sethúsabygging umframt vinnubygningar. Arbeiðsuppgávurnar eru: Byggileiðsla, projektleiðsla, fakeftirlit, umframt aðrar leiðslu- og arbeiðsuppgávur vísandi til leiðslu felagsins.

Tínir førleikar:

  • Tú ert byggifrøðingur ella verkfrøðingur, helst við fyrrverandi royndum sum timburmaður.
  • Tú hevur royndir sum byggileiðari ella formaður er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
  • Tú hevur góðar persónligar eginleikar, sum m.a. umfata at verða væl skipaður, jaligur, álítandi, arbeiðssamur, sjálvstøðugur, og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi byggileiðarastarv í eini góðari fyritøku, sum er í vøkstri.

Vit leggja stóran dent á, at okkara byggiverkætlanir eru væl skipaðar í øllum liðum líka frá projektering til bygningur verður latin eigara.

  • Góðar setanartreytir, sum annars verða ásettar sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 27. apríl 2025. Byrjast kann beinanvegin eftir setan.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við MTV Byggivirkið á tlf. 363030 ella mtv@mtv.fo

Áhugaði kunnu senda umsókn og CV til mtv@mtv.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið