Lýsing
Hevur tú hug og hegni at samskifta, samstarva og at føra verkætlanir trygt á mál saman við plássleiðsluni?
ArtiCon søkir dugnaligan, ábyrgdarfullan og royndan byggileiðara, ið er til reiðar saman við plássleiðsluni at stýra verklags- og byggiverkætlanum frá byrjan til enda.
Byggileiðararnir eru okkara millumleiðarar. Tú kemur at hjálpa okkara arbeiðsleiðarum og verkætlanarleiðarum í dagligum uppgávum, har fakligur stoltleiki og smidleiki eru í hásæti.
ArtiCon hevur dugnalig starvsfólk, ið duga at tryggja, at verkætlanir eydnast væl. Vit virða óformella umhvørvið og lætta tónan í samspæli við fakligan dugnaskap og málrættað arbeiðsátøk. Vit hjálpa hvør øðrum og geva góða fakliga vegleiðing.
Arbeiðsøki
Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um byggileiðslu herundir:
- samskipan og leiðsla av verkætlanum, herundir eisini trygdararbeiði á staðnum,
- samskifti við veitarar og ráðgevar,
- góðskutrygging av arbeiðum,
- stýring av fíggjar- og tíðarætlan,
- ger av arbeiðsvegleiðingum.
Tín vangamynd
Persónligir førleikar
- góð samstarvsevni,
- dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst,
- nærløgd/nærlagdur,
- arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
Fakligir førleikar
- tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði og/ella byggitøkni. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki
- góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, MS Project og Revit er ein fyrimunur
- vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
- Tað er ein fyrimunur, at tú hevur arbeitt í byggi- og/ella verklagsvinnuni, tó ikki eitt krav.
Vit bjóða
- eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
- tú gerst partur av einum góðum toymi við verkætlanarleiðarum, tøkningum og formonnum
- Eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjøllbroytni bæði í aldri, kyni og mentan
Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur onkrar spurningar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.