TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
28. september 2022
Útgongur
12. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna søkir eftir málsviðgera til Byggimálsdeildina at byrja 1. november 2022 ella eftir nærri avtalu

Tínar høvuðsuppgávur verða at arbeiða við byggimálsviðgerð og útstykkingum, undir hesum at gera mál klár til politiska viðgerð og eftirfylgjandi at avgreiða málini. Tú kemur at hava nógv samskifti við aðrar partar av fyrisitingini, borgarar, stovnar og onnur.

Talan er um eitt starv, har tú hevur góðar møguleikar at menna teg og fáa ávirkan. Tú kemur at arbeiða saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum í okkara umsiting.

Byggimálsdeildin er partur av teknisku fyrisitingini, sum heldur til í Steinatúni í Havn. Á deildini starvast 10 fólk, og deildin avgreiðir millum annað umsóknir um byggiloyvi og útstykkingarloyvi, kommunal matrikkulmál og hevur eftirlit við bygging.


Førleikakrøv

Umsøkjarin skal vera byggifrøðingur, byggitøkningur ella hava aðra líknandi útbúgving, og tað kann verða ein fyrimunir, um tú hevur royndir innan økið.

Harumframt skalt tú:

  • duga væl at skriva og orða teg á føroyskum
  • duga at arbeiða við Cad forritum og office 360


Persónligir eginleikar

Tað er umráðandi, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta. Harafturat leggja vit dent á, at tú dugir at leggja arbeiðið til rættis og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett eftir nærri avtalu við løn og setanartreytum sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.


Um tú ynskir at vita meira

Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Marius Müller, leiðara á Byggimálsdeildini, telefon 21 53 09 ella marius@torshavn.fo.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2022.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið