Útgivið
25. august 2022
Útgongur
19. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki til Byggimálsdeildina, at byrja 1. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu.

Tínar høvuðsuppgávur verða at arbeiða við byggimálsviðgerð og útstykkingum, harundir eisini at gera mál klár til politiska viðgerð og eftirfylgjandi at avgreiða málini. Tú kemur at hava nógv samskifti við aðrar partar av fyrisitingini, borgarar, stovnar og onnur.

Talan er um áhugavert starv, har tú hevur møguleika at fáa ávirkan og at menna teg. Tú kemur at arbeiða saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum í okkara umsiting.

Byggimálsdeildin er partur av teknisku fyrisitingini, sum heldur til í Steinatúni í Havn. Á deildini starvast 10 fólk og deildin avgreiðir m.a. umsóknir um byggiloyvi og -útstykkingarloyvi, kommunal matrikkulmál og hevur eftirlit við bygging.


Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv-1?job=143608

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið