Útgivið
26. april 2022
Útgongur
3. maj 2022
Vitjandi
14

Lýsing

Skriva út

Byggimálsviðgeri til Klaksvíkar kommunu

Endurlýsing: Klaksvíkar kommuna søkir eftir byggimálsviðgera til teknisku deild at byrja 16. mai 2022 ella skjótast til ber. Talan er um eitt farloyvsstarv fram til 1. juni 2023. 

Tekniska deild hevur um hendi byggi- og býarskipan, byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, vatn, ljós, kloakkir og matrikuler viðurskifti við atliti at jørð, útstykkingum og grundstykkjum.

Starvsinnihald
Tær uppgávur, ið byggimálsviðgerin kemur at arbeiða við í samstarvi við leiðara og starvsfólk á teknisku deild eru í høvuðsheitum hesar:

  • Umsiting av dagligu byggimálsviðerð fyri tekniku deild
  • Brunasýn
  • Samskipan av kommunalu loyvum
  • Býarskipan
    Taka lut í dagliga virkseminum á teknisku deild

Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at málsviðgerin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:

  • Hevur útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving.
  • Dugir at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit, og  ArcGIS
  • Kunnleika til 360 journalskipan.
  • Royndir at arbeiða í einari kommunalari umsiting kann verða ein fyrimunur.
  • Góðar málførleikar í skrift og talu.
  • Dugir at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og í toymi.

Týdningarmikið er, at málsviðgerin er opin og fyrikomandi í sínari atferð, og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar, eitt nú borgarar, kommunustýrislimir, vinnulív og almennar myndugleikar.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv sum avloysari at byrja 16. mai 2022 ella skjótast møguligt, fram til 1. juni 2023. Sum byggimálsviðgeri hevur tú tilvísing til tekniska stjóran.
Lønar- og setanartreytir er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag.      

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, tekniska stjóra, á telefon 790388

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 3. mai 2022
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: 'Byggimálsviðgeri til Klaksvíkar kommunu'

Líknandi størv

Gigni søkir 2 heilsufrøðingar   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2022
Kokkur og Tænari til VÍNGARÐIN   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið