Útgivið
21. oktober 2021
Útgongur
19. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Byggitøkniligur fyriskipari til Norðurlandahúsið í Føroyum

Vit søkja eftir einum persóni at hava høvuðsábyrgd fyri byggi- og tøknuligum rakstri av mentanarhúsinum Norðurlandahúsið í Føroyum.

Tú hevur høvuðsábyrgd av:

  • Dagligum rakstri og viðlíkahaldi
  • At leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp upp á viðlíkahald og endurmenning av bygninginum
  • Uppfylging av útvegarum og uttanhýsis sáttmálum, harímillum elektrikarar, rørleggjarar, varnarar, tænastueftirlit, o.s.fr.
  • Biðja um og meta prístilboð upp á tænastur
  • Uppfylging av verandi tiltøkum og verkætlanum

Tú ert við til at menna góðar og virkisførar loysnir fyri framtíðarinnar Norðurlandahús.

Starvið er partur av tekniskari deild, og arbeiðsuppgávurnar verða skiftandi í mun til tørvin á deildini, t.d. uppgávur sum at klárgera hølir, rigga til og rudda upp eftir tiltøkum.

Vit vænta, at tú:

  • Ert sjálvstøðug/ur og skipað/ur
  • Ert tænastusinnað/ur
  • Hevur hollar royndir við viðlíkahald og rakstur av bygningum og útbúnaði
  • Ert fleksibul, virkin og jalig/ur
  • Samskiftir væl og hevur gott yvirlit
  • Dugir at brúka talgild amboð og skipanir

Tú tosar og skrivar eitt av teimum norðurlendsku málunum.Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at tosa og skriva føroyskt, men hetta er ikki ein fortreyt.

Arbeiðstíðin er vanliga 09-17 gerandisdagar, men vikuskiftisarbeiði kann væntast.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins. Vit ynskja at vera ein stovnur í støðugari menning, og meta vit at felagsskapur og toymi hevur nógv at siga fyri at røkka okkara høvuðsmálum .

Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið, Starvsfelagið og Norðurlendska Ráharraráðnum. Setanartíðin er tíðaravmarkað til fýra ár, við møguleika fyri longdari starvstíð. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum londum enn Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.

Umsóknarfreistin er úti 19. november 2021. Umsókn og lívsrensl skal sendast talgilt umvegis www.norden.org.
Vit ynskja, at tann sum verður sett/ur, tekur við starvinum skjótast gjørligt.

Í umsóknini skalt tú greiða frá viðkomandi royndum og førleikum, og grundgeva fyri, hví tú søkir starv í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella einum norðurlendskum máli.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra, á gunn@nlh.fo ella ringja til móttøkuna á tlf. 35 13 51.

Norðurlandahúsið í Føroyum  (NLH)
Norðurlandahúsið í Føroyum (1983) er ein mentanarstovnur í Tórshavn. Tað verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi.Norðurlandahúsið er eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga norðurlendska samstarvinum.

Norðurlandahúsið er ein Green Key-góðkend fyritøka, og sum ráðstevnustað viðurkent við fimm stjørnum frá Horesta.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið