Betri Banki
Útgivið
30. marts 2023
Útgongur
24. april 2023
Staður
Yviri við Strond 2 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
T-post
starv@betri.fo

Lýsing

Dámar tær at ráðgeva, finna loysnir og at seta teg inn í kundans tørv? Nú hevur tú møguleika til at fara í gongd við eina tvey ára avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.

Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra  nýtt og veita eina framúr góða kundatænastu.

Læruplássini eru á deildum okkara í Tórshavn, Saltangará, Klaksvík og Miðvági og  lærutíðin byrjar 1. september 2023.

Næmingatíðin
Sum næmingur í Betri Banka verður tú partur av einum væl samanspældum toymi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.

Í Betri Banka fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi.

Næmingatíðin er 2 ár. Tú fert rættuliga skjótt at fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara, og tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.

Útbúgving
Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum. Hvør veit, kanska fært tú eisini vinir fyri lívið.

Um teg
Tú hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving. Tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú fært prógvið í summar.

Vit vænta, at tú:
• ert ágrýtin og hevur áhuga at læra nýtt
• dugir at seta teg í støðuna hjá kundum okkara
• hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• trívist í einum skiftandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

Hví søkja?
Vit kunnu bjóða tær eina forvitnisliga útbúgving í einum nútímans peningastovni, har tú kanst menna teg bæði persónliga og fakliga. Umframt eitt arbeiðspláss, har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi eru í hásæti.

Í bankanum arbeiða yvir 200 fólk, sum á hvør sín hátt eru við til at gera Betri Banka til eitt avbjóðandi og áhugavert arbeiðspláss.

Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til Margrethu R. Heinesen, HR-ráðgeva á tlf. 348514 ella á t-posti mrh@betri.fo.

Um hetta ljóðar áhugavert, send so umsókn við avriti av próvskjølum til starv@betri.fo í seinasta lagi týsdagin 24. apríl 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið