P/F Hotel Hafnia
Útgivið
7. marts 2025
Útgongur
30. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú eitt ynski um at starvast í tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einum livandi og vinarligum umhvørvi. Vit søkja eftir einum móttøkulærlingi, ið brennur fyri at veita góða tænastu. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Vit bjóða

  • Gott samanhald
  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði
  • Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar lærlingar
  • Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
  • Møguleika at royna teg á Hotel Brandan
  • Lærupláss á einum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Trívist í einum lívligum umhvørvi
  • Hevur áhuga fyri ferðavinnu.
  • Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði

Ynskiligt er, at tú hevur miðnámsprógv.
Starvssetan og umsóknarfreist

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsbyrjan er 14. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 30. mars 2025. Skúlagongdin er í Danmark.

Ljóðar hetta spennandi? Kom so við í okkara toymi og søk her.

Hevur tú spurningar um læruna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa á sl@hafnia.fo ella á tel. 218156.

Marita, okkara ágrýtni móttøkulærlingur, vil heldur enn gjarna svara spurningum á tel. 253715.

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið