Hotel Brandan
Útgivið
3. november 2025
Útgongur
7. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú eitt ynski um at starvast í tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einum livandi og vinarligum umhvørvi. Vit søkja eftir einum móttøkulærlingi, ið brennur fyri at veita góða tænastu. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Vit bjóða

  • Gott samanhald
  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði
  • Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar lærlingar
  • Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
  • Møguleika at royna teg á Hotel Brandan
  • Lærupláss á einum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Trívist í einum lívligum umhvørvi
  • Hevur áhuga fyri ferðavinnu.
  • Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsbyrjan er 5. januar 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 7. desember 2025. Skúlagongdin er í Danmark.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk starvið HER

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónu Venned Fossádal, móttøkuleiðara, á tel. 239272.

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. november 2025
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið