P/F Hotel Hafnia
Útgivið
4. marts 2026
Útgongur
1. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lærupláss

Lýsing

Byrja tína yrkisleið sum tænaralærlingur á Hotel Hafnia

Sum tænaralærlingur á søguliga og sjarmerandi Hotel Hafnia, fært tú fjølbroyttar royndir innan matstovu-, veitslu  og ráðstevnuvirksemi. Tú verður ein týðandi partur av heildarupplivingini á matstovum okkara, har íblástur úr Spania, Asia og Frankaríki møtir føroyskum og norðurlendskum rávørum.

Vit bjóða tær eitt lærupláss við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum, sum tryggja tær eina góða upplæring og nógvan lærdóm á starvsleiðini. Eisini sleppur tú at royna teg á Hotel Brandan, og á nýggju matstovum okkara, Tubbak og Kjöt, ið lata upp í summar.

Vit bjóða

  • Gott samanhald
  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði
  • Dugnaligar starvsfelagar og eitt gott lærlingaumhvørvi
  • Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag
  • Lærupláss á einum góðkendum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi, álítandi og samstarvssinnað/ur
  • Trívist í einum lívligum og fjølbroyttum umhvørvi
  • Dámar væl at práta við fólk
  • Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
  • Ynskiligt er, at tú hevur lokið miðnámsprógv

Starvssetan og umsóknarfreist

Freistin at søkja er 1. apríl 2026. Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Ynskir tú at vita meira um útbúgvingina, kanst tú lesa meira á heimasíðuni hjá Yrkisdepilin HER. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Peter Hentze á ph@hafnia.fo ella á tel. +298 233146.

Líknandi størv

4. marts 2026
4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið