Strandfaraskip Landsins
Útgivið
5. januar 2026
Útgongur
14. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir tveimum ágrýtnum og fyrikomandi fólkum til catering umborð á Smyrli.

Strandferðslan hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?

Talan er um tvey full tíðar størv. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.

Starvið

  • Tryggjar eitt høgt reinførisstøði, bæði innan matgerð og ferðafólka økir
  • Hevur góðan røkjuskap
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og í toymi
  • Trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur kvikleika
  • Er tænastusinnað/ur, smílandi og fyrikomandi
  • Megnar at samskifta og vegleiða ferðafólki á føroyskum, á donskum og enskum
  • Umsøkjari skal vera fylt/ur 18 ár

Sum cateringfólk vænta vit at tú hevur:

  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Setan, løn og umsókn
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.

Umsóknarfreistin er mikudagin 14. januar 2026. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðarar á tlf. +298 293046, ella teldupost smyril.catering@ssl.fo.

Starvið kann søkjast her:

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Strandferðslan hevur spjatt virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt og umsitur íalt 7 oyggjaleiðir, 23 bygdaleiðir og nakrar tyrluleiðir. Til at røkja hendan flutning hevur Strandferðslan átta ferjur. Bygdaleiðir eru útveittar til fimm privat feløg, sum røkja flutningin við 48 bussum. Tyrluflutningurin verður røktur av Atlantic Airways við tveimum tyrlum. Í 2024 var samlaða ferðafólkatalið útivið eina millión: Ferjurnar: 508 túsund ferðafólk og 140 túsund akfør. Bussarnir: 459 túsund ferðafólk. Tyrlurnar: 11 túsund ferðafólk. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeildir umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Stýrimaður til Bakkabrúgv   Faroe Islands nýtt
6. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið