FarPay
Útgivið
8. august 2025
Útgongur
22. august 2025
Staður
Tórshavn ella Keypmannahavn, Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera bindiliðið millum kundar, tøkni og fyritøkuna – og tryggja, at kundarnir hjá FarPay fáa mest møguligt burturúr teirra loysn?

Vegna FarPay leita vit eftir einum eldhugaðum og tænastusinnaðum Customer Success Manager, ið dugir at byggja sterk kundasambond og hjálpa kundunum at fáa fullan ágóðan av FarPay. Tú verður ein týðandi partur av Customer Success & Care-toyminum hjá FarPay og fært ein lyklaleiklut við at tryggja eina smidliga onboarding og eitt langtíðar kundanøgdsemi.

Um starvið
FarPay er ein fintech-fyritøka í vøkstri, við einari marknaðarleiðandi SaaS-loysn, sum automatiserar alt Invoice-to-Cash-flow – frá fakturering og gjalding til bóking og áminningar. Tey integrera við fíggjarstýringarskipanina hjá kundunum og hjálpa teimum at spara tíð, betra um likviditetin og minka um tað manuella arbeiðið.

Við skrivstovum í Keypmannahavn og Havn bjóða tey fleksibilitet og eitt fjølbroytt, professionelt starvspláss, har tey arbeiða saman um at røkka málum sínum. Sum Customer Success Manager verður tú høvuðskontakt og ráðgevi hjá kundunum ígjørgnum kundaferðina hjá FarPay:

  • Frá fyrstu onboarding til støðugt at skapa virði fyri kundan
  • Frá tøkniligari uppsetan og venjing til betringar og ráðgeving

Tú arbeiðir tætt saman við bæði kundum, men eisini við menningar og sølu deildirnar – og verður ein tíðandi spælari, tá tað kemur til at gera kundarnar til trúfastar ambassadørar fyri FarPay.

Tíni ábyrgdarøki

  • Onboarding og implementering
  • Tryggja eina smidliga og væl eydnaða onboarding, so kundin skjótt upplivir virði
  • Verða fasta kontaktin hjá kundanum og veita ráðgeving um best practice
  • Standa fyri trening og workshop, lagað eftir tørvinum og uppsetingini hjá kundanum

Kundasambond og menning

  • Byggja og varðveita álítandi og langtíðarhaldandi sambond
  • Fylja upp við kundunum og innsavna aftursvar fyri at betra um upplivilsið
  • Gera góðar ætlannir fyri kundarnar og tryggja, at teir røkka sínum málunum

Tvørgangandi samstarv

  • Tryggja góða yvirtøku frá sølutoymi til onboarding
  • Síggja møguleikar fyri meirsølu og “cross-selling” í samskiftinum við kundan
  • Deila innilit og ynskir frá kundunum við produkt- og menningartoymið

Hvat vit leita eftir í tær
Vit leita eftir tær, ið brennir fyri at skapa virði fyri kundan og megnar at skapa yvirlit – eisini tá, ið nógvir bóltar eru í luftini í senn. Tú nýtist ikki at hava royndir við øllum frá byrjan – týdningarmest er, at tú ert forvitin, kvalitetssinnaður og lærir skjótt.

Fakligar førleikar

  • Royndir frá kundarættaðum starvi – t.d. innan Customer Success, Tekniskan Support ella Account Management, gjarna frá eini SaaS-fyritøku
  • Skil fyri fíggjarprosessum, bókhald ella gjaldsháttum er ein fyrimunur – serliga debitorbókhald
  • Kann stýra verkætlanum og samskipa fleiri uppgávur samstundis
  • Flótandi í donskum, bæði í skrift og talu – enskt er ein fyrimunur

Tað er eisini ein fyrimunur, um tú kennir til

  • Gjaldsloysnir og fakturering
  • Bókhaldsskipanir og fíggjarforrit
  • API-/REST-integratiónir og skipanaruppsetan
  • SQL og Microsoft SQL Management Studio
    DevOps-prinsippir og arbeiðsgongdir

Persónligir eginleikar

  • Dugir væl at samskifta og byggia sterk sambond
  • Proaktiv/-ur og loysnarmiðað/ur – og sært møguleikar heldur enn trupulleikar
  • Strukturerað/-ur og eyga fyri detaljuna, men missir ikki yvirlitið
  • Analytiskur og forvitin – og setir teg skjótt inn í nýggjar skipanir og mannagongdir

Hví velja FarPay?
Tú verður partur av einari framfúsari og væleydnaðari fintech-fyritøku, ið altíð setur kundan í sentrum. FarPay hevur eina sterka fíggjarstøðu og ein vaksandi kundaskarða. Tú fært beinleiðis kundakontakt, bæði í Danmark og í Føroyum, har tú veitir hjálp og stuðul við spurningum til FarPay.

Tú kemur at arbeiða í einum dugnaligum, ambitiøsum og mennandi toymi, sum hevur COO, Jákup Martin Vandsdal, sum leiðara. Toymið telur ein Customer Success Manager og tveir Customer Care-profilar. Av tí at FarPay er í vøkstri, eru attlannir longu gjørdar fyri at økja um toymið.

Tín arbeiðsdagur verður í nútímans og ljósum skrivstovum í hjartanum av annaðhvørt Keypmannahavn (Christianshavn) ella Havnini (Tórshavn), har tú eisini fært eitt hugnaligt umhvørvi beint uttanfyri hurðina.

Klár/ur at taka næsta stig?
Starvið verður umsitið av Talentum. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Partnarin, Bogi Magnussen, á +45 53888976.

Vit hava samrøður leypandi og viðgera allar fyrispurningar í trúnaði. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Søk starvið her.

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /