Útgivið
16. september 2021
Útgongur
19. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Dagligur leiðari til Gulu smiðju

Runavíkar kommuna leitar í hesum døgum eftir einum eldhugaðum leiðara til ungdóms- og virkishúsið Gula smiðja.  

Umvælingarnar av ikoniska smiðjubygninginum í Saltangará eru væl ávegis, og tíðliga í 2022 lata dyrnar upp fyri teimum ungu og øðrum í kommununi. Umframt karmar til hugnaliga og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum. 

Útbúgving, royndir og førleikar 
Tín áhugi, eldhugi og hugburður eru avgerandi. Vit seta ikki krøv til ávísa útbúgving fyri at verða settur at røkja starvið, og ymiskar útbúgvingar kunnu vera viðkomandi. 

Vit leita eftir einum skapandi, vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi leiðara. Umráðandi er at vera blíður og fyrikomandi í tínum samskifti við tey ungu, og at tú hevur natúrligan myndugleika. Avgerandi er at tú tekur ábyrgd, og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi. 

Innihald í starvinum 
Tú kemur at skipa og mynda virksemið í Gulu smiðju, frá fyrireiking av virkseminum, áðrenn smiðjan letur upp, m.a. at framleiða eina reglugerð fyri virksemi í húsinum, til tess at skapa samband við tey ungu og at skipa og stjórna dagliga virkseminum í Gulu smiðju. 

Hetta fevnir m.a. um at skapa tryggleika, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka hevur høga raðfesting. Tú kemur saman við teimum ungu at skipa fyri mennandi virksemi og tiltøkum. 

Løn og setanartreytir 
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin verður eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála. Arbeiðstíðin er í stóran mun um kvøldið og í vikuskiftum. 

Umsókn 
Starvið verður sett skjótast tilber.  Fyrsta tíðin verður nýtt til at tilrættisleggja virksemið. 

Umsóknir saman við prógvum og lívsrensli skulu latast inn umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, runavik.fo, vel “Leys størv”, í seinast lagi 18. oktober 2022. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, á tel. 221226 ella umvegis teldupost til solvi@runavik.fo 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið