Lýsing
Amarant leitar eftir einum dagligum leiðara at leiða framleiðsluna, at skapa trivnað millum starvsfólkini og tryggja, at kundarnir hvønn dag fáa góðar upplivingar.
Amarant er ein væl kend fyritøka í Norðoyggjum við bakarí og kafé. Hvønn dag framleiða og selja vit nýbakaðar vørur, køkur, mat og drekka til hundraðtals kundar. Vit leggja stóran dent á góðsku, tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Sum dagligur leiðari fært tú ábyrgdina av rakstri, starvsfólkum og menningini av Amarant. Dagligi leiðarin vísir beinleiðis til stjóran.
Arbeiðsuppgávur
- Leiða og samskipa dagliga raksturin
- Tryggja, at arbeiðsgongdir og mannagongdir virka væl
- Hava ábyrgd av starvsfólkum, arbeiðsætlanum og dagligari leiðslu
- Tryggja, at reinføri, matvørutrygd og innanhýsis mannagongdir verða fylgdar
- Vera við til at menna nýggj hugskot, tilboð og arbeiðsgongdir
Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur leiðsluroyndir og dámar væl at arbeiða við fólki
- Ert ábyrgdarfull/ur og dugir at taka avgerðir
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- Ert væl skipað/ur og megnar at halda yvirlitið í einum virknum arbeiðsdegi
- Hevur áhuga fyri mati, bakstri og góðari kundatænastu
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið leiðslustarv í einari fyritøku við sterkum staðbundnum samleika og trúføstum kundum. Tú fært stórt sjálvræði í starvinum og møguleika at mynda leiklutin sjálv/ur. Vit leita eftir einum leiðara, sum ikki bara vil umsita raksturin, men sum eisini hevur hug og dirvi at seta sítt egna fingramerki á arbeiðsgongdir, starvsfólkamenning og framtíðar menningina av Amarant.
Starvstreytir og løn verður avtalað millum partarnar.
Umsókn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2026 kl 12.00. Starvsbyrjan er skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi tilfar skal sendast til jan@cig.fo.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Petersen, tlf +298 557010.