Lýsing
Søkt verður eftir einum framskygdum og virkisfúsum leiðara, at standa á odda fyri Breyðkassanum.
Breyðkassin, ið er bakarí og kondittarí í Suðuroynni, søkir við hesum eftir dagligum leiðara, ið skal hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum í bakarínum, heilsøluni og handlinum.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir og/ella útbúgving innan bakstur og kondittaravirksemi og viðkomandi, sum verður settur, kann vænta sær ein spennandi og avbjóðandi arbeiðsdag við góðum starvsfeløgum og nógvum viðskiftafólkum.
Løn sambært avtalu.
Umsóknir kunnu sendast til bokhald@breydkassin.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. november. Starvið verður sett beinanvegin, men vit bíða eisini fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at ringja til 599450 ella 218283.