Betri Trygging
Útgivið
3. september 2024
Útgongur
30. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri at gera góðan, leskiligan og heilsugóðan mat? Ert tú tænastusinnað/ur og dámar tær at hjúkla um tínar starvsfelagar? So er tað tær, vit leita eftir.

Um starvið:
Tú fert at hava dagligu ábyrgdina av kantinuni. Tað merkir, at tú fært ábyrgd av innkeypi, rakstri, matskrá, matgerð og øðrum fyrifallandi arbeiði, sum er knýtt at kantinuni.

Starvið er fulla tíð, og tú fert at starvast saman við einum dugnaligum starvsfólki í kantinuni, sum tú eisini hevur starvsfólkaábyrgd av. Kantinan ger dagliga heilsugóðan mat til 80 starvsfólk, og starvsstaðurin er á Kongabrúnni í Havn.

Um teg:
Trivnaður og arbeiðisgleði hava stóran týdning fyri okkum, og vit leggja dent á, at dagligi leiðarin hevur góð samstarvsevni, er fyrikomandi, jaligur óg álítandi.

Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum kantinuatstøðingur, føðsluatstøðingur, kokkur ella líknandi. Útbúgving er tó ikki eitt krav, men vit vilja sera fegin síggja tínar starvsroyndir.

Samband:
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á tlf. 34 85 75.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir, saman við lívsrensli og avriti av møguligum prógvum, skulu sendast til starv@trygging.fo í seinasta lagi mánadagin 30. september.

Vit gleða okkum at frætta frá tær og lesa tína umsókn.

Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betri-samtakinum.

Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á:
Heimasíða: www.betri.fo/trygging - trýst á “um okkum”
Facebook: Betri Trygging
Instagram: @betritrygging

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið